Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Hevur tú ørindi á sjúkrahúsinum, eru hesi atlit at taka:

Øll, sum koma á sjúkrahúsið, skulu vera í masku fyri nøs og munn, og kunna vísa á koronupass, tvs. koppseting ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar.

Kannað verður ikki við dyrnar, men starvsfólk kunnu gott biðja teg um at vísa koronupass.

Um tú ætlar at vitja ein sjúkling, er í løtuni neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan. Ring 34 33 00 og bið um deildina, har sjúklingurin er innlagdur.

Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 eina ferð um vikuna, og annars vera varin úti í samfelagnum.

Mint verður á at halda tilmælini um frástøðu og reinføri.
Sí neyvari útgreining av, hvat eitt koronapass er her:

Koronapass

17-11-2021 15.04.40

Send skjalið